Ongi úrslit

Nýggj kanning: Fiskiskip standa fyri fjórðinginum av føroyska CO₂-útlátinum

Fiskiskipini eru størsta einstaka keldan til CO₂-útlát í Føroyum. Nýggj norðurlendsk kanning vísir eisini stóran mun á oljunýtsluni hjá skipabólkunum.

© Edmund Jacobsen.
Føroyski fiskiflotin stendur fyri umleið fjórðinginum av samlaða CO₂-útlátinum í Føroyum. Men munurin á oljunýtsluni hjá skipabólkunum er stórur.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroysk fiskiskip standa fyri umleið 25 prosentum av samlaða føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Árliga útlátið frá fiskiskipunum verður mett til millum 260.000 og 290.000 tons av CO₂.

Tað vísir nýggja frágreiðingin Nordic Aquatic Food Systems, sum Norðurlendska ráðharraráðið hevur givið út.

Kanningin byggir á tøl frá 2023 og samanber útlátið frá fiskivinnu og alivinnu í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Svøríki og Finnlandi.

Flakatrolarar brúka sjey ferðir so nógva olju

Kanningin vísir stóran mun á oljunýtsluni hjá føroysku fiskiskipunum.

Uppsjóvarskip brúka umleið 0,09 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski, tey veiða, meðan flakatrolarar brúka umleið 0,64 litrar. Flakatrolarar brúka sostatt meira enn sjey ferðir so nógva olju fyri hvørt kilo av fiski sum uppsjóvarskip.

Hjá botntrolarum er nýtslan umleið 0,36 litrar fyri hvørt kilo, meðan línuskip brúka umleið 0,31 litrar.

Umroknað til CO₂-útlát svarar hetta til umleið 0,24 kilo fyri hvørt kilo av uppsjóvarfiski, samanborið við 1,7 kilo hjá flakatrolarum.

Munurin stavar millum annað frá veiðihátti, siglingarfrástøðu og tí, at flakatrolarar eisini virka og frysta fiskin umborð.

Føroyar hava minkað útlátið minni enn fleiri grannalond

Frágreiðingin vísir eisini, at útlátið frá føroysku fiskivinnuni er minkað munandi minni enn í fleiri øðrum Norðurlondum.

Frá 1990 til 2023 minkaði útlátið frá føroysku fiskivinnuni umleið 20 prosent.

Í Danmark, Finnlandi og Svøríki var minkingin millum 50 og 70 prosent í sama tíðarskeiði.

Í Íslandi var minkingin á leið tann sama sum í Føroyum, meðan útlátið frá fiskivinnuni vaks í bæði Noregi og Grønlandi.

Munurin millum londini stavar millum annað frá broytingum í veiðinøgdum, fiskiflota og veiðiháttum.

Uppsjóvarskipini brúka meira enn helvtina av oljuni

Hóast uppsjóvarskipini brúka minst olju fyri hvørt kilo av fiski, standa tey fyri størsta partinum av samlaðu oljunýtsluni hjá føroyska fiskiflotanum.

Sambært tølum frá Sjókovanum, sum frágreiðingin vísir til, brúka uppsjóvarskipini umleið 56 prosent av allari oljuni hjá fiskiflotanum.

Botntrolarar standa fyri 16 prosentum, flakatrolarar fyri 14 prosentum og línuskip fyri seks prosentum.

Samstundis standa uppsjóvarskipini fyri umleið 85 prosentum av samlaðu veiðinøgdini.

Torført at minka útlátið frá fiskiskipum

Frágreiðingin staðfestir, at tað er ein stór avbjóðing at minka CO₂-útlátið frá fiskiskipum, tí flotin framvegis er nærum fullkomiliga bundin at olju.

Serliga hjá stórum skipum, sum eru leingi til havs, eru møguleikarnir fyri at skifta til aðrar orkukeldur enn avmarkaðir.

Granskararnir vísa tó á, at betri orkunýtsla, nýggjari skip og onnur sløg av brennievni kunnu hava týdning fyri at minka útlátið komandi árini.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00