Ein broyting í eftirlønarlógini gevur fólki við framskundaðari pensjón ella fyritíðarpensjón rætt til at byrja útgjald úr egnu eftirlønarsamansparingini fyrr enn áður.
Lógarbroytingin varð kunngjørd 12. oktober og kom í gildi í dag, 13. oktober 2026.
Nýtast ikki longur at bíða eftir fólkapensjónini
Sambært nýggju reglunum kunnu fólk, sum hava fingið játtað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, byrja at fáa eftirlønina útgoldna, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón.
Tey nýtast sostatt ikki longur at bíða, til tey røkka vanliga fólkapensjónsaldrinum.
Treytin er, at Almannaverkið hevur játtað pensjónina, og at TAKS váttar, at útgjaldið úr eftirlønarsamansparingini kann byrja.
Reglur um útgjald
Lógarbroytingin ásetur eisini, at galdandi reglur um býtið av eftirlønarsamansparingini og um útgjøld skulu nýtast, tá eftirlønin verður útgoldin fyrr.
Í teimum førum, har eftirlønarsamanspararin ikki gevur eftirlønarveitaranum onnur boð, er ásett eitt býti, har:
15 prosent verða goldin út sum kapitalútgjald.
45 prosent verða goldin út sum lívrenta.
40 prosent verða goldin út sum lutaeftirløn.
Hetta býtið er ásett fyri tey útgjøld, sum viðkomandi lógaráseting fevnir um.
Lógarbroytingin varð staðfest av Beini Johannesen, løgmanni, 9. oktober 2026.
Við nýggju reglunum fáa fólk við framskundaðari pensjón ella fyritíðarpensjón møguleika at nýta sína egnu eftirlønarsamansparing fyrr í lívinum.