Nýggja váðametingin fyri Grindavík vísir, at fleiri týðandi trygdartiltøk framvegis ikki eru komin upp á pláss. Millum annað snýr tað seg um rýmingarleiðir í ringum veðri og kavarudding. Tað skrivar RÚV.
Eldgos inni í býnum er størsta hóttanin
Álvarsamasta støðan er eitt eldgos inni í Grindavík, líkt tí 14. januar 2024. Sambært váðametingini kann ein slík støða góðtakast, um Veðurstova Íslands kann ávara meira enn hálvan tíma frammanundan, og býurin kann verða tømdur innan ein tíma og 15 minuttir.
Ring veðurviðurskifti kunnu tó gera bæði mátingar og eftirlit torførari.
Ógreitt nær fleiri kunnu flyta aftur
Skarphéðinn Berg Steinarsson, verkætlanarleiðari hjá íslendsku forsætisráðharrastovuni, sigur, at váðametingin verður dagførd alla tíðina. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, men nógv arbeiði er eftir.
Fíggingin av fleiri týðandi verkætlanum er heldur ikki endaliga avgreidd. Tí er framvegis ógreitt, nær fleiri fólk kunnu flyta aftur til Grindavík.