Ongi úrslit

Nýggj tøl: Føroyskir menn liva 1,1 ár longri enn danskir

Tryggingareftirlitið hevur dagført livitíðarbenchmarkið fyri 2026–2027. Nýggju tølini vísa, at føroyingar framvegis liva longri enn danir.

© Sven Mieke / Unsplash.
Føroyingar liva longri enn danir. Nýggj tøl vísa, at munurin er størstur hjá monnum, og tað fær týdning fyri útrokningarnar hjá eftirlønargrunnunum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Føroyskir menn liva í miðal 1,1 ár longri enn danskir menn, meðan føroyskar kvinnur liva 0,8 ár longri enn danskar kvinnur.

Tað vísir nýggja livitíðarbenchmarkið, sum Tryggingareftirlitið almannakunngjørdi 8. oktober.

Benchmarkið verður brúkt av lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, tá tey skulu rokna út, hvussu nógvan pening tey skulu seta av til framtíðar útgjøld.

Munurin vaksin hjá monnum

Munurin á væntaðu livitíðini hjá føroyskum og donskum monnum er vaksin.

Í 2025 var munurin 0,9 ár, men í 2026 er hann 1,1 ár. Hjá kvinnum er munurin vaksin úr 0,7 upp í 0,8 ár.

Sambært tølunum fyri 2024–2025 kunnu 65 ára gamlir føroyskir menn vænta at liva 19,7 ár afturat. Í Danmark er talið 18,72 ár.

Hjá 65 ára gomlum føroyskum kvinnum er væntaða restlivitíðin 21,8 ár, samanborið við 21,39 ár í Danmark.

Fær týdning fyri eftirlønargrunnarnar

Nýggja benchmarkið er galdandi frá 31. desember 2026 til 30. desember 2027.

Føroysk lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu taka støði í danska livitíðarbenchmarkinum, sum varð almannakunngjørt 16. september, og laga tað til munin á livitíðini í Føroyum og Danmark.

Feløgini kunnu tó nýta aðrar fortreytir, um tey kunnu skjalprógva, at tær eru sannlíkari.

Benchmarkið skal nýtast, tá feløgini gera upp sínar avsetingar í ársfrásøgnini fyri 2026.

Endamálið er at tryggja, at nóg mikið av peningi verður sett av til framtíðar eftirlønar- og tryggingarútgjøld.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

22 tímar síðan