Ongi úrslit

Nýggja kt-skipanin til barsilsskipanina verður eftir ætlan tikin í brúk komandi vár

Nýggja kt-skipanina verður ment av Taks, sum kann gera arbeiðið liðugt og taka nýggju kt-skipanina í brúk komandi vár

abmr.fo
3 tímar síðan

Margit Stórá, landsstýriskvinna, legði lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina (Hækka upphæddina og leingja gildistíðina) fram tann 3. august 2026, og í seinastu viku samtykti Løgtingið lógaruppskotið.

Hetta inniber, at TAKS, sum mennir nýggju kt-skipanina, kann gera arbeiðið liðugt og taka nýggju kt-skipanina í brúk komandi vár.

Endamálið við  nýggju kt-skipanini til barsilsskipanina er at fáa eina meira talgilda kt-skipan at umsita barsilsútgjaldið við. Nýggja kt-skipanin verður meira brúkaravinarlig bæði hjá foreldrunum, arbeiðsgevarunum og hjá teimum, sum umsita skipanina; borgarin fær eina betri tænastu, samstundis sum kt-skipanin verður lættari at umsita. Nýggja kt-skipanin verður løtt at tillaga til væntaðar framtíðarbroytingar á barsilsøkinum. Umframt hetta fær barsilsskipanin betri atgongd at dátum, so at til ber at gera betri og bíligari hagtalsgreiningar.

Arbeiðið við at menna kt-skipanina fór í gongd í 2024 við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 1. mai 2024 um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Orsøkin til, at neyðugt var at broyta lógina, var, at tær 11 mió. kr., sum vóru avsettar, ikki vóru nóg mikið til at gera kt-skipanina lidna. Eisini var ov stutt tíð sett av í lógini. Nýggja lógin hevur við sær, at 2,5 mió. kr. afturat kunnu brúkast til at menna kt-skipanina, og at skipanin kann gerast liðug í 2027. 

Barsilsgrunnurin ber útreiðslurnar av at menna nýggju kt-skipanina.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06