Nes kommuna bjóðar nú tvey grundøki undir Høganesi á Toftum til sølu til íbúðarbygging.
Grundøkini eru ávikavist 1.894 og 5.070 fermetrar til støddar. Við einum fermetraprísi á 275 krónur er samlaði søluprísurin fyri bæði økini góðar 1,9 milliónir krónur.
Grundøkini kunnu seljast saman ella býtast sundur eftir ynskjum og uppskotum frá tilboðsgevarunum.
Ynskja fjølbroytta íbúðarbygging
Tað er upp til tilboðsgevararnar at koma við uppskotum um, hvussu byggingin skal skipast, og hvat slag av íbúðum skal byggjast.
Kommunan metir tað vera ein fyrimun, at íbúðirnar eru ymiskar til støddar, og at atlit verða tikin til umhvørvið og góða útsýnið.
Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið. Bilpláss og góðar loysnir fyri uttanumøki og fríøki skulu vera partur av verkætlanini.
Freistin er 1. mars
Sambært byggisamtyktini liggja grundøkini í einum A2-øki, sum er ætlað til miðstaðarendamál og íbúðir.
Áhugað kunnu venda sær til Anfinn í Toft, tekniskan leiðara hjá Nes kommunu, fyri at fáa nærri upplýsingar um sølutreytirnar og fáa útbjóðingartilfarið.
Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin 1. mars 2027 klokkan 12.