Ongi úrslit

Nýggjar pensjónsreglur frá 2027: Pensjónin kann broytast hvønn mánað

Frá januar 2027 verður pensjónin roknað av nýggjum hvønn mánað. Serliga pensjónistar við ójavnari inntøku kunnu merkja broytingina.

© Almannaverkið.
Nýggjar reglur frá januar 2027: Pensjónin verður roknað av nýggjum hvønn mánað, og hjá summum kann útgjaldið broytast frá mánaði til mánað.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Frá 1. januar 2027 verða stórar broytingar í útrokningini av føroyskum pensjónum. Fólkapensjón, fyritíðarpensjón og framskundað pensjón verða frameftir ásettar mánaðarliga í staðin fyri eftir einari mettari ársinntøku.

Tað boðar Almannaverkið frá í nýggjari kunning.

Broytingin merkir, at pensjónin verður roknað eftir inntøkuupplýsingum frá TAKS fyri teir seinastu 12 mánaðirnar undan útgjaldinum.

Pensjónistar við ójavnari inntøku kunnu tí vænta, at pensjónsútgjaldið verður ymiskt frá mánaði til mánað.

Vanliga eingin eftirrokning

Higartil hevur pensjónin verið ásett eftir mettari ársinntøku. Tá TAKS seinni gjørdi endaligu inntøkuuppgerðina, varð pensjónin eftirroknað.

Hetta kundi føra til, at pensjónistar annaðhvørt fingu pengar afturat ella skuldu gjalda ov nógv útgoldna pensjón aftur.

Við nýggju skipanini verður pensjónin vanliga ikki eftirroknað. Undantøk kunnu tó gerast, um TAKS seinni broytir inntøkuupplýsingarnar fyri eitt uppgjørt skattaár.

Inntøkan kann ávirka pensjónina

Pensjónin verður framvegis mótroknað, um inntøkan fer upp um ávís mørk.

Í 2026 er frádráttarfría inntøkumarkið 61.900 krónur fyri fólkapensjónistar og 106.000 krónur fyri fyritíðarpensjónistar og tey, sum fáa framskundaða pensjón.

Mørkini fyri 2027 eru ikki upplýst í kunningini.

A-inntøkan verður tikin við í mánaðarligu útrokningina, meðan B-inntøka og kapitalinntøka verða roknaðar við, tá upplýsingarnar eru tøkar hjá TAKS.

Broytingin fevnir ikki um pensjónistar, sum búgva uttanlands og fáa føroyska fólka- ella fyritíðarpensjón.

Almannaverkið vísir á, at pensjónistar kunnu kanna sína pensjón við rokniamboðunum á heimasíðuni hjá stovninum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

23 tímar síðan

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00