Ongi úrslit

Nýggjar reglur: Ukrainar í Føroyum fáa víðkað rætt til almannaveitingar

Ukrainar, sum eru flýddir undan krígnum, fáa nú betri atgongd til almannaveitingar og arbeiðsfremjandi tiltøk í Føroyum. Nýggju reglurnar komu í gildi 5. november.

© Richard Bell / Unsplash.
Burturriknir ukrainar í Føroyum fáa nú víðkaða atgongd til almannaveitingar og fleiri møguleikar at koma út á arbeiðsmarknaðin.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Nýggjar serreglur á almannaøkinum skulu gera tað lættari hjá ukrainum, sum eru flýddir undan krígnum, at fáa fíggjarligan stuðul og koma út á arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur undirskrivað kunngerðina, sum varð kunngjørd 4. november og kom í gildi dagin eftir.

Rætt til barnagjald og uppihaldsveiting

Ein týðandi broyting er, at burturriknir ukrainar ikki longur skulu lúka treytina um danskan heimarætt fyri at fáa barnagjald til einsamallar uppihaldarar.

Samstundis kunnu ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamøll, hóast tey búgva saman við øðrum. Treytin er, at tey ikki búgva saman við familju ella sambúgva.

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður eisini roknað sum eitt styttri arbeiðsrættað skeið. Hetta gevur rætt til uppihaldsveiting sambært galdandi reglum.

Fleiri møguleikar at koma í arbeiði

Almannaverkið fær eisini heimild til at bjóða burturriknum ukrainum virknisvenjing, stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinara.

Harumframt kunnu ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting, meðan teir luttaka í arbeiðsfremjandi tiltøkum.

Nýggju reglurnar fevna um ukrainar, sum hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum sambært serlóggávuni fyri fólk, ið eru rikin úr Ukraina.

Kunngerðin byggir á løgtingslógina frá 1. juni 2026 um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

18 tímar síðan