Ongi úrslit

Nýggjar reglur um bókasavnsgjald: Upplesarar fáa nú eisini rætt til samsýning

Nýggir móttakarar av bókasavnsgjaldi hava freist til 1. oktober at søkja. Verk, sum vórðu givin út í 2025, verða tikin við í ár.

© Landsbókasavnið.
Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald sambært nýggju reglunum um býtið av gjaldinum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald sambært nýggju reglunum um býtið av gjaldinum. Samstundis boðar Landsbókasavnið frá, at nýggir móttakarar skulu søkja í seinasta lagi 1. oktober 2026.

Bókasavnsgjaldið er samsýning frá landinum til føroyskar høvundar fyri, at bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og listaverk teirra eru tøk á føroyskum bókasøvnum.

Verk frá 2025 verða tikin við

Í ár verða verk, sum vórðu givin út í 2025, tikin við í skipanina. Nýggir móttakarar skulu senda eitt serligt umsóknarblað til Landsbókasavnið.

Skipanin fevnir um rithøvundar, tónaskøld, týðarar, upplesarar, myndlistafólk og fotografar, sum búgva í Føroyum ella uttanlands og á ymiskan hátt hava virkað við føroyskum bókum.

Fá atgongd til umsóknarskjøl og kunning.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06