Fólk, sum fáa heilivág móti ovurviðkvæmi á resept, kunnu missa stuðulin frá 1. februar 2027. Onnur kunnu framvegis fáa stuðul, men bert um tey lúka ávísar treytir.
Tað upplýsir Apoteksverkið í einari kunning frá 6. november.
Broytingarnar kunnu fevna um fleiri sløg av heilivági, eitt nú eygnadropar, nasapístr, tablettir, hylkir og koppseting móti ovurviðkvæmi.
Tríggir bólkar av heilivági
Sambært Apoteksverkinum verða broytingarnar ymiskar eftir, hvørjum heilivági talan er um.
Summi sløg varðveita verandi stuðul. Fólk, sum brúka henda heilivágin, skulu tí ikki gera nakað.
Fyri onnur sløg verður stuðulin treytaður av einari læknameting. Lýkur sjúklingurin treytirnar, kann læknin skriva eina nýggja resept við átekning um stuðul.
Ein triði bólkur missir stuðulin heilt. Í slíkum førum kann læknin ávísa annan heilivág við somu virknað, sum framvegis hevur rætt til stuðul.
Heitir á fólk um at kanna sín heilivág
Apoteksverkið mælir fólki, sum fáa heilivág móti ovurviðkvæmi á resept, til at kanna, um broytingarnar hava týdning fyri tey.
Verður heilivágurin ávirkaður, eiga fólk at venda sær til læknan, áðrenn nýggju reglurnar koma í gildi, ella áðrenn tey aftur hava tørv á heilivágnum.
Yvirlit yvir heilivágin, sum broytingarnar fevna um, er tøkt hjá donsku Lægemiddelstyrelsen. Er heilivágurin ikki á listanum, verða ongar broytingar í stuðlinum.
Apoteksverkið leggur dent á, at broytingarnar bert fevna um heilivág, sum verður keyptur við resept. Heilivágur móti ovurviðkvæmi, sum fæst í handkeypi, verður ikki ávirkaður.