Ongi úrslit

Nýggjur mentanardepil í Vági: Tíggju ára gomul mentanarætlan nærkast málinum

Vágs býráð hevur einmælt samtykt at gera nýggja mentanardepilin í Vágs skúla lidnan. Hann skal rúma fleiri enn 200 fólkum og verða liðugur um 14 til 16 mánaðir.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Vágur fær nýggjan mentanardepil, sum væntandi fer at kosta millum 17 og 18 milliónir krónur. Vágs býráð samtykti einmælt á býráðsfundi í gjárkvøldið at gera verkætlanina lidna.

Sambært Levi Rikshamar Mørk, varaborgarstjóra og formanni í mentamálanevndini, verður kostnaðurin frá nú og fram til 2028 mettur til 13,7 milliónir krónur.

Pláss fyri fleiri enn 200 fólkum
Nýggi mentanardepilin fær 150 sitipláss og verður tilsamans pláss fyri fleiri enn 200 fólkum.

Depilin skal hýsa konsertum, sjónleikum, fyrilestrum, filmsýningum, tónleikavenjingum og fundum.

Har verða eisini tónleikarúm, goymsla, móttøka og útgerð til ljóð og ljós.

Bæði Vágs skúli og musikkskúlin, sum heldur til í skúlanum, fáa sostatt munandi betri umstøður.

Tíggju ára gomul ætlan verður veruleiki
Verkætlanin hevur verið ávegis í tíggju ár.

Upprunaliga varð uppskotið lagt fram í 2016. Í 2021 tók mentamálanevndin ætlanina uppaftur.

Síðan er verkætlanin munandi víðkað. Tað, sum byrjaði sum ein ætlan um eitt auditorium, er nú vorðið til ein mentanardepil við fleiri hølum og møguleikum.

Levi Rikshamar Mørk (avmyndaður) fegnast um, at verkætlanin nú er komin so langt.

Hann hevur arbeitt við ætlanini í áravís og heldur, at nýggi mentanardepilin verður eitt stórt framstig fyri tónleikin og mentanarlívið í Vági og allari Suðuroynni.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38