Sjókovin og fýra samstarvspartar fara í heyst undir eitt nýtt átak, sum skal fáa meira virði burtur úr føroyska havtilfeinginum. Endamálið er at hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna nýggjar vørur og fáa tær á marknaðin.
Fiskur, skeljadjór, tari og hjáframleiðsla frá fiski- og alivinnuni eru millum rávørurnar, sum kunnu gagnnýtast til nýggjar vørur.
Frá hugskoti til lidna vøru
Tað er ikki neyðugt at hava eina lidna vøru fyri at vera við. Eitt hugskot ella ein rávøra, sum kann gagnnýtast á nýggjan hátt, er nóg mikið.
Áhugað skulu senda eina stutta lýsing av hugskotinum, hvørja rávøru tey ætla at brúka, og hvat tey vilja menna.
Freistin er 15. oktober 2026.
Átakið er eitt samstarv millum Sjókovan, Mat- og tilfeingishúsið, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið.
Fakfólk hjálpa við vørumenningini
Tann 3. november kunnu einstaklingar, íverksetarar og fyritøkur arbeiða víðari við hugskotum sínum í Mat- og tilfeingishúsinum.
Har fáa luttakararnir ráðgeving frá fakfólki og møguleika at royna og menna vørurnar.
Ráðgevingin kann fevna um uppskriftir, royndarframleiðslu, góðsku, haldføri, matvørutrygd, innpakking, framleiðsluhættir og marknað.
Luttakararnir eiga sjálvir hugskotini og standa fyri menningararbeiðnum. Fakfólk og samstarvspartar veita ráðgeving, vitan og høli til at royna og menna vørurnar.
Hugskot kunnu sendast til Drós í Ólavsstovu á teldupostadressuna drosi@mathusid.fo. Eisini ber til at ringja á telefon 556068.