Ongi úrslit

Nýtt sambýli í Miðvági: 12 íbúðir skulu standa klárar í 2029

Landsverk bjóðar nú byggingina av Sambýlinum í Birtulíð í Miðvági út. Sambýlið skal hýsa fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

Edmund Jacobsen
7. juli kl. 20:00

Landsverk bjóðar fyri Almanna- og bústaðamálaráðið nýtt sambýli í Miðvági út í heildararbeiðstøku. Sambýlið, sum fer at eita Sambýlið í Birtulíð, skal eftir ætlan standa liðugt og vera klárt at taka í nýtslu í 2029.

12 íbúðir í tveimum búeindum

Verkætlanin fevnir um verkætlanargerð og bygging av einum sambýli við 12 íbúðum. Íbúðirnar verða býttar í tvær búeindir við seks íbúðum í hvørjari.

Harumframt skulu felagsøki, starvsfólkaøki og uttanumøki gerast.

Endamálið er at skapa tryggar, heimligar og virðiligar karmar um gerandislívið hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

Tilboð skulu latast inn í oktober

Bygningurin skal hava ein heimligan og hugnaligan dám. Tað skal síggjast aftur í sniði, rúmskipan, tilfari, litum, ljósi og sambandinum millum inni- og uttanduraøki.

Byggiøkið liggur nærindis rundkoyringini í Miðvági og varð gjørt byggibúgvið fyrr í ár.

Tilboðini skulu latast inn 7. oktober 2026. Eftir tað verða tilboðini mett, heildararbeiðstakari valdur, og málið fer síðani til politiska viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

15 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00