Ongi úrslit

Nýtt stig hjá Gjaldstovuni: Fleiri avsláttaravtalur eru á veg

Gjaldstovan hevur gjørt nýggjar avsláttaravtalur við Nema og Formula. Avtalurnar skulu tryggja landsstovnum lægri prísir á tíðarskrásetingarskipanum.

© Gjaldstovan.
Gjaldstovan hevur gjørt avtalur, sum geva landsstovnum avsláttur á tíðarskrásetingarskipanunum Nema Tíð og Totalview. Fleiri avtalur eru á veg.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Landsstovnar, sum brúka tíðarskrásetingarskipanirnar Nema Tíð og Totalview, kunnu nú fáa tær fyri lægri prís. Gjaldstovan hevur gjørt nýggjar avsláttaravtalur við føroysku KT-fyritøkurnar Nema og Formula.

Tað er Keyp landsins hjá Gjaldstovuni, sum hevur fingið avtalurnar í lag. Endamálið er at tryggja landsstovnum betri prísir á skipanum, sum teir longu brúka ella ætla at keypa.

Gjaldstovan upplýsir tó ikki, hvussu stórur avslátturin er.

Stovnarnir kunnu sjálvir velja

Avtalurnar eru eitt tilboð til allar landsstovnar, men eingin stovnur hevur skyldu at nýta tær.

Stovnarnir kunnu framvegis velja aðrar skipanir ella royna at samráðast um enn betri prísir.

Gjaldstovan heitir samstundis á stovnar, sum longu brúka Nema Tíð ella Totalview, um at tryggja sær nýggju avsláttarprísirnar.

Fer eitt keyp upp um 50.000 krónur, skulu stovnarnir biðja í minsta lagi tveir veitarar um tilboð. Fer keypið upp um 500.000 krónur, skal tað bjóðast út.

Fleiri avsláttaravtalur eru á veg

Avtalurnar við Nema og Formula eru partur av einum nýggjum arbeiðshátti hjá Keypi landsins.

Ætlanin er at gera fleiri líknandi avtalur um vørur og tænastur, sum eru torførar at bjóða út ella fáa kapping um.

Gjaldstovan upplýsir, at miðað verður eftir at fáa fleiri avsláttaravtalur í lag í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00