Skúlarnir eiga at leggja stóran dent á at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum.
Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, vísir á, at akkerslæraraskipanin kann geva nýggjum lærarum bæði fakligan og námsfrøðiligan stuðul.
– Akkerslæraraskipanin er ein góð íløga hjá skúlunum, skrivar hon.
Akkerslærarin kann eisini hjálpa nýútbúna læraranum at seta seg inn í arbeiðsgongdir og mentanina á skúlanum og vera við til at skapa gott samband við leiðsluna.
Góð byrjan kann vera avgerandi
Men akkerslærarin kann ikki standa einsamallur. Starvsfelagar eiga at vera fyrikomandi og hjálpsamir, og leiðslan eigur at geva royndum og nýútbúnum lærarum tíð til samstarv.
– Ein góð byrjanartíð kann vera avgerandi fyri, hvussu væl lærarin mennist og trívist í yrkinum, skrivar Jona Højsted.
Góð móttøka økir sambært henni møguleikan fyri, at nýútbúnir lærarar mennast, trívast og verða verandi í starvinum.