Ongi úrslit

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin
2 tímar síðan

Í Fíggjarlógaruppskotinum 2027 er ætlanin hjá landsstýrismanninum í Samferðslumálum, att. Jacob Vestergaard, at avtaka havnagjaldið, sum er álagt Strandfaraskipunum Landsins (SL) at gjalda til Tórshavnar Havn, og harvið spara landskassanum fyri umleið 7 mió. kr. árliga  í útreiðslum. Hetta merkir ein tilsvarandi inntøkumiss fyri Tórshavnar Havn.

Havnagald er eitt gjald fyri ta tænastu, ið skip fáa við atgongd til eina føroyska kommunala havn, og harvið er tað at rokna sum endurgjald fyri tær rakstrarútreiðslur og íløgur, sum kommunan hevur av at veita hesa tænastu. Henda tænasta fevnir um umsitingina av økinum, soleiöis at kommunan er før fyri at hava eitt ávíst støði til móttøku og avgreiðslu av skipum og tilbúgving o.a.

Í einum Uppriti til landsstýrisfund, dagfest 18. august 2009, frá Innlendismálaráðnum, um at avtaka havnagjald fyri sigling hjá SL á kommunalar havnir í Føroyum, stendur m.a. fylgjandi, brot úr niðurstøðu:

 ».... ætlanin at avtaka rættin hjá kommunalu havnunum at uppkrevja havnagjald fyri siglingina hjá SL er heft við álvarsligum løgfrøðiligum trupulleikum av Stýrisskipanarrættarligum slagi, og bæði má metast sum ognartøka í stríði við § 73 í Grundlógini og sum ein avgerð av rættarósemju í stríð við § 1 í Stýrisskipanarlógini og § 3 í Grundlógini. Eisini aðrar fylgjur mugu metast at kunna verða sera óhepnar og ikki standa mát við ta upphædd, ið landið er mett at spara við at avtaka havnagjaldið.«

Í 2004 gjørdi SL avtalu við Tórshavnar Kommunu um skipa- og vørugjøld fyri Smyril og Rituna. Henda avtala tilskilar greitt, hvat SL skal rinda fyri at gera brúk av Tórshavnar Havn. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Kommuna eisini gjørt fleiri útbyggingar á havnaøkinum.

Víðari stendur í uppritinum: ».... Um so er, at Løgtingið samtykkir, at SL ikki longur skal gjalda havnagjald, so er hetta eitt brot á nevndu privat-rættarligu avtalu, og viðførir hetta eisini, at landið skal rinda endurgjald til Tórshavnar Kommunu fyri avtalubrot sambært vanligum endurgjaldsreglum.«

Eg endurtaki við hesum mín boðskap til landsstýrið, hvat Fíggjarlógarlógaruppskotinum 2027 viðvíkur – »haldi fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu!«

Les meira niðan fyri: Upprit til landsstýrisfund um at avtaka havnagjald fyri sigling hjá Strandfaraskipum Landsins á kommunalar havnir í Føroyum

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin

- - - - -

Upprit til landsstýrisfund um at avtaka havnagjald fyri sigling hjá Strandfaraskipum Landsins á kommunalar havnir í Føroyum

 Inngangur
Kommunudeildin í Innlendismálaráðnum er biðin um at gera upprit til landsstýrisfund um trupulleikarnar, ið ráðið sær við ætlanini, ið fyrst varð fráboðað við sokallaða Ólavsøkupakkanum 2009, og sum snýr seg um at avtaka rættin hjá kommununum til at krevja havnagjald fyri siglingina hjá Strandfaraskipum Landsins (SL) á kommunalar havnir.

Tey gjøld, ið kommunurnar hava kravt skip eftir fyri brúk av kommunalu havnunum, og sum vanliga undir einum verða nevnd havnagjøld, fevna um havnagjald, brúgvagjald, skipa- og vørugjald og teymagjald. Í hesum uppriti verður bert sjálvt havnagjaldið viðgjørt.

 Lógargrundarlag
Føroysku kommunurnar/havnirnar hava í óminniligar tíðir kravt skip eftir gjøldum fyri brúk av kommunalu havnunum. Ongin munur hevur verið gjørdur á skipum í mun til, um hesi hava verið fiski-, farma- ella ferðamannaskip. Verjuskip eru tó undantikin havnagjøldum, og er hetta grundað í tí heilt serligu uppgávu, ið verju- og herskip hava at útinna.

Lógargrundarlagið undir havnagjaldinum í føroyskum havnum hevur altíð verið meira spjatt heldur enn savnað. Í eldri tíð var heimildin ásett í "reglement for ordens overholdelse" í ymisku havnunum – t.d. "Reglement af 19. juni 1933 for ordens overholdelse af Trangisvåg Havn" og "Bekendtgørelse om Havnereglement for Fuglefjord af 13. november 1913". Hesi reglement høvdu heimild í "Lov af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.v.". Í nýggjari tíð hevur grundarlagið undir havnagjaldinum serliga verið avtalað í einum samstarvi millum Starvsnevnd føroysku havna og Landsverk, sum hevur umboðað landsstýrismannin. Hesi bæði umboð fyri land og kommunur hava javnan í semju dagført takstirnar fyri samlaðu havnagjøldini, ið síðan hava verið lýst í kunngerð.

Í 1999 varð uppskot lagt fyri Løgtingið um løgtingslóg um skipa- og vørugjøld. Sagt varð í viðmerkingunum, at galdandi kunngerð varð lýst við heimild í "Lov nr. 7. af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelse af Havne m.m.", og mett varð ikki, at henda lóg longur var tíðarhóskandi. Fyri at fáa greiðari lógarheimild varð hetta lógaruppskotið tí orðað. Uppskotið fall kortini, tá meirilutin í Løgtingsins vinnunevnd ikki tók undir við málinum. Meirilutin í nevndini mælti Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, tá meirilutin helt, at tað var rættast, at kommunurnar sjálvar ásettu gjøldini. Hetta hevði síðan við sær, at seinasta kunngerðin um skipa- og vørugjøld (kunngerð nr. 112 frá 5. juli 1995 um skipa- og vørugjøld fyri havnir og bryggjur) varð sett úr gildi við kunngerð nr. 45 frá 4. apríl 2000.

Eftir hetta hava kommunurnar hildið fram at krevja gjøld fyri brúk av havnunum, og fylgir hetta á leið somu mannagongd og takstum sum áður. Heimildin hjá kommunum at krevja gjøld fyri brúk av havnum má í dag metast at verða grundað á óskrivað rættarsiðvenju og vanlig avgjaldsatlit.

 Havnagjald og rakstur av havnum
Havnagjald er eitt gjald fyri ta tænastu, ið skip fáa við atgongd til eina føroyska kommunala havn, og harvið er tað at rokna sum endurgjald fyri tær útreiðslur, ið kommunan hevur av at veita hesa tænastu. Henda tænasta fevnir um umsitingina av økinum, soleiðis at kommunan er før fyri at hava eitt ávíst støði til móttøku og avgreiðslu av skipum og tilbúgving v.m.. Sum dømi kann verða nevnd kunngerð nr. 33. frá 2004 um at verja havnir, sum íverksetur ISPS-kotuna um altjóða trygdarkrøv í havnum. Hóast hesar reglur fevna um ítøkiligar verndarætlanir fyri skip í altjóða sigling, so treyta hesar reglur samstundis eisini eina mannagongd um, hvussu farast skal fram, um skip í altjóða sigling koma í bland við skip í innlendis sigling. Í tí sambandi er tað ein fyritreyt, at havnamyndugleikin hevur tamarhald á og kann skipa trafikkin í havnini. Hetta er bara eitt av mongum dømum um tann sentrala og næstan sjálvsagda leiklut, sum havnamyndugleikin altíð hevur í eini havn.

Tann tænasta, ið kommunurnar veita á havnaøkinum, er ein kommunal uppgáva, hvørs rakstur sambært kommunalum rættaraðalreglum skal hvíla í sær sjálvum. Sambært prinsippinum í sokallaða gebyr-dóminum (U1993.757H), so er kortini ikki krav um neyvt samband millum veitta tænastu og kravt gjald. Hetta verður á donskum nevnt "det udvidede omkostningsbegreb" (tað breiða hugtakið um kostnað). Sambært hesum breiða hugtaki um kostnað er tað ikki eitt krav, at tað gjaldið, ið kommunan krevur, altíð beinleiðis mótsvarar eini ítøkiligari tænastu. Kommunan hevur rætt til at krevja gjald frá hvørjum skipi sær fyri eina breiða røð av ikki altíð so ítøkiligum tænastum. Hetta er grundarlagið undir havnagjaldinum í praksis og sambært galdandi rætti.

Ognartøka
Sambært § 73 í grundlógini er ogn hjá privatum og eisini kommunum vard ímóti at verða tikin uttan endurgjald. Ogn er ikki einans at skilja sum føst ogn ella leysafæ, men eisini peningakrøv so sum gjald, ið verður kravt fyri brúk ella móttikna tænastu.

Við lóg at taka burtur slíkt krav eftir gjaldi fyri brúk av kommunalum ognum og móttøku av kommunalum tænastum, er sum útgangsstøði at rokna sum ognartøka. Tí kann lóg til hetta endamál vanliga ikki verða framd, uttan so at endurgjald samstundis verður veitt.

Onki í ítøkiliga málinum bendir á annað enn, at inntrivið verður at meta sum ognartøka. Í mun til hesa meting er av týdningi, at lógin fer at raka sera fáar føroyskar havnir, og tí, hóast hon helst verður orðað generelt, í veruleikanum er eitt ítøkiligt inntriv móti nøkrum heilt fáum havnaeigarum. Grundgevingin fyri inntrivinum bendir heldur ikki á annað enn ognartøku, tí inntrivið er ikki neyðugt vísandi til atlit til samferðslu ella havnaviðurskifti, men tykist meira grundað á heilt onnur viðurskifti. At motiv fyri lóggávu á henda hátt ikki eru saklig í mun til tað, sum regulerað verður, bendir eisini á tað borðið, at inntrivið má metast sum ognartøka.

Avgerð av ítøkiligari rættarósemju
Umframt at ætlaða lógaruppskotið til at avtaka havnagjaldið fyri siglingina hjá SL á kommunalar havnir er at meta sum ognartøka, so er inntrivið eisini sera ivasamt í mun til aðrar stýrisskipanarligar meginreglur.

Ætlanin at løggeva rættin hjá kommununum til havnagjald burtur kemur samstundis, sum Tvøroyrar kommuna í longri tíð hevur ligið í ósemju við SL og síðan hevur stevnt í spurninginum um rættin til havnagjald fyri siglingina hjá nýggja Smyrli á Krambatanga. Kommunan hevur kravt havnagjald fyri siglingina á havnina, men ikki brúgva- og vørugjøld fyri brúk av bryggjuni. Sum ætlaða avtøkan av havnagjaldinum varð løgd fram í Ólavsøkupakkanum, varð talan einans um at avtaka havnagjaldið, og ikki eisini brúgva- og vørugjaldið. Tí kann tykjast, at endamálið við hesum generelt orðaða lóggávutiltaki í veruleikanum er at avgera eina ítøkiliga rættarósemju millum Tvøroyrar kommunu og SL.

Grundreglan í § 1 í stýrisskipanarlógini og sama regla í § 3 í donsku grundlógini um valdsbýtið verða fataðar so, at leikluturin hjá lóggávuvaldinum fyrst og fremst er at geva almennar lógir, og at tað síðan fellur dømandi valdinum í lut at avgera ítøkiligar rættarósemjur. Avger lóggávuvaldið nú kortini ítøkiliga rættarósemju, so sleppur í hesum føri kommunan í veruleikanum ikki at brúka sín rætt til at fáa málið roynt við dómstólarnar. Eitt lógaruppskot at avgera eina ítøkiliga rættarósemju millum land og kommunu má tí metast at vera í stríði við nevndu greinar um valdsbýtið í stýrisskipanarlógini og grundlógini.

Aðrar møguligar fylgjur
Ætlanin at undantaka skipini hjá Strandfaraskipum Landsins fyri havnagjaldinum kann eisini viðføra aðrar fylgjur. Sum komið inn á omanfyri verður havnagjald goldið fyri eina kommunala tænastu, ið kommunurnar hava heimild at krevja gjald fyri. Harafturat skal virksemið hjá kommununum á havnaøkinum hvíla í sær sjálvum. Avtøkan av havnagjaldinum kann í hesum sambandi viðføra, at kommunurnar antin velja at hækka onnur gjøld fyri at dekka útreiðslurnar, ella at aðrir brúkarar, tvs. privata vinnan, koma at bera kostnaðin einsamallir. Á henda hátt kunnu kommunur verða noyddar at tryggja sær, at virksemi teirra hvílir í sær sjálvum.

Í 2004 gjørdi Strandfaraskip Landsins avtalu við Tórshavnar Kommunu um skipa- og vørugjøld fyri Smyril og Rituna. Henda avtala tilskilar greitt, hvat gjald SSL skal rinda fyri at gera brúk av Tórshavnar Havn. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna eisini gjørt fleiri útbyggingar á havnaøkinum. Um so er, at Løgtingið samtykkir, at SSL ikki longur skal

gjalda havnagjald, so er hetta eitt brot á áður nevndu privatrættarlig avtalu, og viðførir hetta eisini, at landið skal rinda endurgjald til Tórshavnar kommunu fyri avtalubrot sambært vanligum endurgjaldsreglum.

Niðurstøða
Samanumtikið metir Innlendismálaráðið, at ætlanin at avtaka rættin hjá kommunalu havnunum at uppkrevja havnagjald fyri siglingina hjá SL er heft við álvarsligum løgfrøðiligum trupulleikum av stýrisskipanarrættarligum slagi og bæði má metast sum ognartøka í stríði við § 73 í grundlógini og sum ein avgerð av ítøkiligari rættarósemju í stríði við § 1 í stýrisskipanarlógini og § 3 í grundlógini. Eisini aðrar fylgjur mugu metast at kunna verða sera óhepnar og ikki standa mát við ta upphædd, ið landið er mett at spara við at avtaka havnagjaldið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37