Øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, hava somu rætt til veitingar frá Heilsutrygd - eisini tey, sum ikki rinda til heilsutrygd tí tey arbeiða í Noregi og rinda til heilsuskipanirnar har.
Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Eitt stórt tal á føroyingum arbeiða í Noregi og Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu støðan er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða í Noregi og bara rinda heilsutrygdargjald har, og ikki eisini rinda til Heilsutrygd í Føroyum.
Hon spyr um teir hava sama rætt til ókeypis læknaviðtalu, ískoyti til heilivág, tannlækna, fysioterapi, kiropraktor, og annað, frá Heilsutrygd, sum øll hini?
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at øll, sum eru búsitandi í Føroyum hava sama rætt til veitingar. Hetta er eisini galdandi fyri teir føroyingar, sum arbeiða í Noregi og bara rinda til skipanina har og ikki til Heilsutrygd.
– Hesir føroyingarnir missa ikki rættin til veitingar frá Heilsutrygd, sigur hon.
Landsstýriskvinnan sigur, at eingin avtala er ímillum Heilsutrygd í Føroyum og í Noregi um endurgjald, so norska heilsutrygd rindar sostatt ikki endurgjald fyri veitingar, sum føroyingar, ið bara rinda til norska heilsutrygd, fáa frá Heilsutrygd í Føroyum.
Heilsutrygd í Føroyum hevur ikki heimild at krevja endurgjald frá norska heilsutrygd. Men tað ber til hjá Norðurlondum at gera avtalu sínamillum um endurgjald fyri slíkar útreiðslur til tænastuveitingar.
Og tað ber eisini til hjá Heilsutrygd at gera avtalu við norskar um, at norskir myndugleikar um at rinda føroyskum myndugleikum endurgjald fyri tænastuveitingar, sum føroyingar, sum bara rinda til norska heilsutrygd, fáa í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.