Ongi úrslit

Øll vóru í góðum lag - uttan tríggir mans

Áki Bertholdsen
16. mai kl. 10:10

Hetta vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna og har er løgreglan eisini til staðar. Og tey siga at har var rættiliga nógv fólk og alt var eisini fyrimyndarliga væl fyriskipað.

Og fólk vóru eisini í sera góðum lag - men hjá trimum monnum fleyt yvir.

Løgreglan sigur, at teir tríggir vóru so ólátaðir, at løgreglan mátt upp í. Tann eini varð burturvístur og fór av staðnum, men løgreglan tók hinar báðar við sær og setti teir í brummuna.

Tann eini takkaði fyri við at tveita mat eftir løgreglufólkunum, so hann er eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti tænastufólkum.

Og hóast tað kanska ikki hevur nógv upp á seg, verður slíkt ikki góðtikið yvirhøvur, so tað skal hann vænta sær eina treytaða fongsulsrevsing fyri.

Annars fáa teir báðir, sum vórðu handtiknir, eisini eina bót upp á 1.500 krónur fyri at at bróta skilhaldsreglurnar.

Teir báðir, verða leyslætnir aftur nú fyrrapartin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00