Í løtuni eru ongar ætlanir um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld á vørum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn hevur spurt hann um hann ætlar at lækka ella strika toll, punktgjøld ella avgjøld.
Men tað eru ongar ítøkiligar ætlanir eru um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur stutt og greitt, at verður tað gjørt, verður neyðugt at fíggja lættarnir við øðrum inntøkum hjá landskassanum.