Føroysk húski kunnu nú fáa orkuískoyti tvær ferðir í 2026. Tað merkir, at eitt húski kann fáa tilsamans 10.000 krónur í stuðli í ár.
Lógarbroytingin varð kunngjørd 10. november og kemur í gildi 11. november.
Nýggj umsókn krevst
Sambært nýggju lógini verður orkuískoytið býtt í tvey sjálvstøðug umsóknarumfør, har húski kunnu fáa 5.000 krónur í hvørjum umfari.
Húski, sum longu hava fingið 5.000 krónur í fyrra umfari, kunnu tí søkja um somu upphædd eina ferð afturat.
Tó krevst, at tey senda Almannaverkinum eina nýggja umsókn, hóast tey longu hava fingið stuðul fyrr í ár.
Freistin at søkja í seinna umsóknarumfarinum er 25. november 2026.
Eisini onnur húski kunnu søkja
Lógarbroytingin gevur eisini húskjum, sum ikki fingu orkuískoyti í fyrra umfari, møguleika at søkja nú.
Almannaverkið metir um rættin til stuðul út frá viðurskiftunum hjá húskinum, tá umsóknin verður móttikin í seinna umfari.
Tað er sostatt ikki ein treyt, at húskið hevur fingið orkuískoyti fyrr í ár.
Sambært lógini kann hvørt húski bert fáa orkuískoyti eina ferð í hvørjum umsóknarumfari.