Uni er 36 ára gamal og er kandidatur í stjórnmálafrøði frá Syddansk Universitet. Hann hevur síðan tikið Diplomútbúgving í leiðslu.
Hann hevur drúgvar royndir sum tíðindamaður og redaktørur í Kringvarpinum, umframt starvsroyndir sum ráðgevi í Vinnuhúsinum og fulltrúi frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Uni hevur eisini verið tingmaður.
Stjórnarskrivstovan heldur til í ráðhúsinum á Vaglinum. Deildin telur 11 fólk.
12 umsóknir vóru til starvið.