Ongi úrslit

Ósemja um javnsetan: Føroyar og Grønland bíða framvegis eftir javnbjóðis rættindum

Norðurlondini eru framvegis ósamd um at javnseta Føroyar, Grønland og Áland í norðurlendska samstarvinum. Ósemjan hevur elvt til ónøgd á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki.

Bárður á Steig Nielsen luttekur á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki, har spurningurin um javnbjóðis rættindi til Føroyar, Grønland og Áland hevur elvt til ónøgd.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar, Grønland og Áland bíða framvegis eftir at fáa javnbjóðis rættindi í norðurlendska samstarvinum. Arbeiðið at broyta Helsingforsavtaluna er steðgað upp, tí semja er ikki millum londini.

Ein nevnd við umboðum fyri øll átta londini skuldi leggja fram uppskot um broytingar í avtaluni á ársfundinum í Helsinki. Men nevndin er ikki liðug við arbeiðið.

Ongar løgfrøðiligar forðingar

Norðurlandaráðið samtykti einmælt í 2024, at norðurlendsku stjórnirnar skuldu seta eina nevnd at endurskoða Helsingforsavtaluna.

Á ársfundinum hevur ónøgd verið um, at nevndin ikki hevur lagt fram uppskotið sum ætlað.

Undir orðaskiftinum varð víst á, at ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri at javnseta Føroyar og Grønland við hini Norðurlondini. Tí er tað politiski viljin, sum avger, um broytingarnar verða framdar.

Danski samstarvsráðharrin, Monika Rubin, legði dent á, at londini mugu standa saman um at tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis rættindi.

Málið hjá føroyska og danska formansskapinum er at fáa semju innan árslok, tá Noreg tekur við formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Føroyar vilja styrkja verjusamstarvið

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, legði eisini dent á vaksandi trygdarpolitisku avbjóðingarnar.

Hann vísti á týdningin av NATO, einum sterkari verjusamstarvi í Norðuratlantshavi og strategisku støðu Føroya.

Finski forsetin, Alexander Stubb, heitti á Norðurlond um at standa sterkari saman í eini ótryggari heimsstøðu.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrii Sybiha, ávaraði samstundis um, at ikki bara Ukraina, men alt Evropa er hótt.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38