Ongi úrslit

Óvæntað framgongd í Týsklandi: Bilframleiðslan tekur stórt lop

Bilframleiðslan í Týsklandi vaks óvæntað nógv í september og lyfti samlaðu ídnaðarframleiðsluna meira, enn búskaparfrøðingar høvdu væntað.

© Leon Seibert / Unsplash.
Ferð á aftur: Týskar bilverksmiðjur øktu framleiðsluna heili 17,1 prosent í september og góvu týska ídnaðinum eitt kærkomið lyft.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Týski bilídnaðurin tók eitt stórt lop framá í september. Framleiðslan vaks heili 17,1 prosent samanborið við august, eftir tveir mánaðir við lítlari framleiðslu. Tað skrivar Euronews.

Framgongdin hevði við sær, at samlaða ídnaðarframleiðslan í Týsklandi vaks 0,7 prosent. Búskaparfrøðingar, sum Reuters hevði spurt, høvdu annars væntað, at framleiðslan fór at standa í stað.

Tað vísa nýggj tøl frá týsku hagstovuni Destatis, sum vórðu almannakunngjørd fríggjadagin.

Bilídnaðurin dregur vøksturin

Bilframleiðslan hevði verið darvað av summarfrítíð og broytingum á framleiðslulinjunum. Men í september vendi gongdin.

Eisini heilivágsídnaðurin hevði framgongd. Har vaks framleiðslan átta prosent samanborið við august.

Hinvegin minkaði byggivirksemið 2,6 prosent, meðan framleiðslan av maskinum og útgerð minkaði 6,5 prosent.

Hóast framgongdina í september var samlaða ídnaðarframleiðslan 0,4 prosent lægri í triðja ársfjórðingi enn í øðrum ársfjórðingi.

Týskur ídnaður hevur framvegis avbjóðingar

Týski búskapurin hevur havt trupult við at fáa ferð á aftur eftir afturgongdina í 2023 og lítið virksemi í 2024.

Serliga kappingin úr Kina, hækkandi kostnaður og lítil eftirspurningur eftir týskum útflutningsvørum hava lagt trýst á ídnaðin.

Carsten Brzeski, leiðandi búskaparfrøðingur hjá ING, metir, at týski ídnaðurin hevur staðið seg betur enn væntað. Men høgir orkuprísir og rentur eru framvegis ein hóttan.

Týska stjórnin væntar kortini, at búskapurin fer at vaksa 1,3 prosent í 2026, serliga vegna almennar íløgur í verju og undirstøðukervi.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00