Ongi úrslit

René verður ikki við á landsliðnum

Tað sær út til, at fleiri nýggir spælarar í morgin fara at fáa landsliðsboð

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Nú klokkan 17.15 var fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har KÍ er gestur hjá 07 Vestur.

Sæð við landsliðsbrillum er tað áhugavert at staðfesta, at René Shaki Joensen ikki er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. René Shaki Joensen er heldur ikki á beinkinum, og sum tað skilst úr KÍ leguni, so hevur hann givið avboð at vera við í landsliðshópinum hesa ferð.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari fer fyrrapartin í morgin at boða frá hvørjar 23 hann fer at boðsenda at vera við í teimum fýra Nations League dystunum, sum vera síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánað.

Sum tað sær út til verður tað neyðugt hjá landsliðsvenjaranum at finna nýggjar miðvallarspælarar, tí fleiri av teimum, sum plaga at vera á miðvøllinum, eru ikki tøkir.

Tríggir av teimum, sum ikki eru tøkir, eru Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen og Noah Mnenéy, ið eru langtíðarskaddir, og so er spurningurin, um Hallur Hansson er nóg væl fyri at spæla á landsliðnum. Í dag er hann millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ í Sørvági.

Á positivu síðuni er tað hugaligt at staðfesta, at miðvallarin Géza Dávid Turi er ógvuliga væl upplagdur í Grimsby, har hann aftur og aftur verður kosin at vera besti maður, og í gjár skoraði hann við framúr langskoti.

Millum møguligar nýggjar miðvallarar, sum kanska fara at fáa landsliðsboð í morgin, verða nevndir Emil Weihe Joensen hjá oddaliðnum NSÍ, sum hevur verið rættiliga eyðsýndur, og Mattias Hellisdal, sum í fjør flutti úr B36 og til Svøríkis, har hann nú spælir við Västerås í bestu deildini, sum eitur Allsvenskan. Tað kann eisini vera, at HB vongverjin Ási P. Dam fer at fáa landsliðsboð. Nú tað leingi hevur gingið heilt væl hjá HB, hevur Ási P. Dam verið sera væl upplagdur.

Landsliðsvenjarin er í kvøld í Runavík og hyggur at dystinum millum NSÍ og Víking.

Tað verður tíðindafundur í FSF húsinum í morgin klokkan 10. Tá fara Eyðun Klakstein landsliðsvenjari og Ólavur Mikkelsen U-21 landsliðsvenjari at kunngera, hvørjir spælarar fara at fáa landsliðsboð.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

Í gjár kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13