Sum vit skrivaðu leygardagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp við Leirvíkstunnilin leygardagin har ein bilførari rendi á tveir bilar.
Fyrst rendi hann á ein bil í sjálvum tunlinum, men hann helt leiðina fram og uttanfyri tunnilin rendi hann á ein bil afturat, og har stóð hann so, og so fekk løgreglan fatur á honum.
Allir tríggir bilarnir fingu stóran skaða, og í hvussu so er ein av teimum er vrak. Tilsamans vóru sjey fólk við í óhappinum. Trý fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at úrslitið var, at eingin fólkaskaði var í óhappinum.
Løgreglan sigur, at nú er bilførarin í bilinum, sum rendi á hinar báðar, skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Men løgreglan sigur, at helst verður talan um onkrar skuldsettingar afturat, kanska ein fyri at hava rent á bilin í tunlinum, uttan at steðga.