![](/assets/articles/2025-01-08-Saeunn.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Í gjár skipaði Heilsustýrið fyri móttøku fyri Sæunn Ólavsdóttir Hansen í sambandi við, at hon 1. januar í ár hevði arbeitt við at skráseta krabbameinstilburðir í Føroyum í 30 ár.
Krabbameinsskráin varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023, og heitt varð tá á Sæunn um at fylgja við, so framhald fekst í arbeiðið við skrásetingini.
Endamálið við at skráseta upplýsingarnar í Krabbameinsskránni er:
- At gera hagtøl og frágreiðingar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum.
- Gransking innan krabbamein.
- At greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis í sjúkrahúsverkinum.
Heilsustýrið takkar Sæunn fyri trúfesti í hesum virðismikla og týðandi arbeiðinum.