Ongi úrslit

Samgongan stuðlar teimum, sum brúka mest heldur enn teimum sum hava mest tørv á tí

Áki Bertholdsen
9. mai kl. 10:29

Hesir pengarnir eru illa farnir. Tað halda tey í Tjóðveldi og í Framsókn.

Síðst í næstu viku fer Løgtingið at avgreiða málið um at bensin og diesel skal vera mvg frítt fram til 31. juli

Tað er landsstýrið, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið og sum vit skrivaðu í áðni, taka umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini undir við málinum.

Tey vísa á, at tað verður mett at tað fer at kosta landskassanum 20 milliónir, at gera bensin og diesel mvg frítt hesa tíðina til 31. juli.

Men tey í Tjóðveldi og Framsókn halda, at hesir pengarnir eru illa farnir, tí øll fáa stuðul við teirri avleiðing at tey, sum av álvara hava brúk fyri tí, fáa ov lítið.

– Samgongan stuðlar teimum, sum hava størstu nýtsluna heldur enn teimum, sum hava størst tørv, siga tey.

– Vit vita, at tað eru føroyingar, sum verða hart raktir av hækkandi oljuprísum, tí tey frammanundan eru trýst fíggjarliga, siga tey.

Eitt nú siga børn í eini kanning um fátækaváða, at tey ikki hava ráð at hava varma í húsunum har tey búgva.

– Tí er tað sera óheppið, at samgongan brúkar 20 milliónir úr einum landskassa, sum frammanundan hevur hall, og at so stórur partur av hesum 20 milliónunum fer til tey, ið ikki hava tørv á stuðli - herundir ferðafólk, siga tey.

Tey halda, at eisini, at tað hevði verið rættari at veitt stuðul til upphiting heldur enn til flutning.

Eitt nú ber til at hækka orkuískoyti, ið er ein skipan sum longu er í gildi, og tí fer tað ikki at krevja nýggja umsiting.

– Minni olja á heimsmarknaðinum er orsøk til at prísirnir hækka og tað fáa vit onki gjørt við, staðfesta tey í Tjóðveldi og Framsókn.

Vit vita ikki, um prísirnir lækka aftur, ella nær tað verður, men vit vita, at støðan er afturvendandi, siga tey í Tjóðveldi og í framsókn.

– Tí eiga vit at gerast minni bundin av olju og høgir prísir skunda undir tað. Mvg-frítøkan virkar øvugt, soleiðis at vit ikki hava fyri neyðini at minka um oljunýtsluna, og tað er óheppið, halda tey.

– Við at hækka orkuískoytið, kundu vit hjálpt teimum sum hava tørv á tí, meðan vit samstundis lótu prísin hava sína natúrliga tálmandi ávirkan, sigur Tjóðveldi og Framsókn.

Í ár er orkuískoyti 5.000 krónur, men tey siga, at tað hevði kostað landskassanum slakar fýra milliónir at hækka tað upp í 12.000 krónur.

– Tað hevði givið treingjandi húskjum 7.000 afturat, og hevði kostað landskassanum undir ein fimtapart av tí, sum tað kostar at lata bileigarum 100 krónur í stuðuli fyri hvønn tanga av brennievni. Minnilutin heldur, at er vilji til hjálpa teimum, sum hava langt at koyra til arbeiðis, ber til at hækka ferðastuðilin, kanska fimm krónur um dagin fyri tey, sum brúka bilin til tað.

– Tað hevði givið teimum, sum koyra mest, umleið 1.100 afturat um árið og hevði kostað landskassanum umleið fimm milliónir.

– Hesi bæði uppskotini, sum miðvíst høvdu hjálpt teimum, ið hava tørv á tí, høvdu sostatt tilsamans kostað landskassanum minni enn helvtina av tí, sum uppskotið hjá landsstýrinum kostar, siga tey í Tjóðveldi og Framsókn.

Men sum vit áður hava greitt frá, sleppa tey ikki at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið. Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/logtingslimir-blanda-fria-fosturtoku-upp-i-malid-um-at-faa-biligari-olju-og-bensin

Tey í minnilutanum halda eisini, at verður túratalið hjá Bygdaleiðum økt, høvdu fleiri helst farið at brúkt bussin heldur enn at koyra við egnum bili, og tað hevði eisini verið bíligari.

 

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30