Ongi úrslit

Sands kommuna: Allir borgarar sleppa ókeypis at luttaka í Sandoy Hálvmarathon

Allir borgarar í Sands kommunu kunnu luttaka ókeypis í Sandoy Hálvmarathon 15. mai 2027. Nýggj avtala fevnir um allar tríggjar teinarnar.

Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Sands kommuna og Sandoy Hálvmarathon hava gjørt avtalu um, at kommunan rindar luttøkugjaldið fyri allar sínar borgarar.

Avtalan fevnir um hálvmarathon á 21,1 kilometrar, teinin úr Søltuvík á 10,9 kilometrar og teinin runt Sandsvatn á 6,8 kilometrar.

Yvir 400 luttakarar í ár

Sandoy Hálvmarathon verður 15. mai 2027. Endamálið við tiltakinum er at savna fólk til rørslu, hugna og sosiala samveru.

Í ár vóru fleiri enn 400 luttakarar. Harumframt komu umleið 400 gestir til hugnaligu tiltøkini við málið.

Kommunan er eisini høvuðsstuðul

Sands kommuna er eisini ein av høvuðsstuðlunum hjá Sandoy Hálvmarathon.

Við nýggju avtaluni fáa allir borgarar í kommununi møguleika at velja millum tríggjar ymiskar teinar uttan at rinda luttøkugjald.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

12 tímar síðan