1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Marjun Syderbø Kjelnæs – Karmageitin.
Yrkingasavnið byrjar við einum eg’i, sum sigur, at hetta er ein apokryfa um millum annað ”… eitt stað í minninum / sum eitur gentukamarið // Her eru nakrar tankarásir / aftur til ættmøður / og inn í dreymafløkjur … Her er ivin vælkomin …”
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
So ómetaliga nógv. Hatta er ein bók, sum saktans kann lesast aftur og aftur, tí har eru so nógv løg og so nógv ymiskt, sum verður viðgjørt. Træðrir fara í allar ættir og tíðir og fláir og verða samstundis tongd saman við (vist)kritiskum, gløggum og stuttligum eygleiðingum um ymisk aspekt av at vera (modernað) menniskja.
Og so er hon eisini so sera vøkur; perman og umbrótingin. Og hon hongur so væl saman við hinari bókini; leikritinum Gentukamarið, sum tit eisini áttu at lisið.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Bókin setir orð á nógv ymiskt, sum eg havi gingið og grundað um, og ymiskt, sum eg enn ikki hevði hugsað um, men sum nú hevur víðkað mín sjónarring.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Øll, sum duga at lesa føroyskt. Og so haldi eg eisini, at hon átti at verið týdd til fleiri mál, tí hon er so universel og týdningarmikil.
Um bókina:
Høvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs
Kápa: Guðrið Syderbø
Bólkur: Yrkingasavn
Útgávuár: 2022
Forlag: Ungu Føroyar
Síður: 138