Ongi úrslit

Sebastian flytur av Skála og til B36

Skála ÍF miðverjin Sebastian Slettegaard Petersen fer tey bæði næstu árini at spæla við B36

B36
1 tími síðan

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

Sebastian Slettegaard Petersen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. Stinni danski miðverjin hevur seinastu mánaðirnar spælt fyri Skála, men flytur nú til Havnar.

- B36 er eitt søguríkt felag, og eg haldi, at ætlanirnar, sum felagið arbeiðir við, eru sera spennandi. Eg eri spentur at fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sigur hann.

Slettegaard er 21 ára gamal, og hann hevur fyrr eisini spælt á besta liðnum hjá FC Helsingør.

- Tá eg flutti til Føroya í summar var tað fyri at fáa fótbóltsgleðina aftur, og ætlanin var upprunaliga, at eg skuldi flyta aftur til Danmarkar eftir kappingarenda. Í Føroyum havi eg fingið bæði orku og íblástur, og eg havi merkt, hvussu góðir møguleikar eru at menna seg leikliga og persónliga í einari bestu deild sum tí føroysku. Tá tilboðið kom frá B36, so tók eg avgerðina eftir fáum tímum, sigur hann.

Slettegaard hevur hesa tíðina víst seg fram sum ein markantur verjuspælari, ið spælur við kraft og góðum hugburði.

- Støðið í føroyskum fótbólti er munandi betri enn tey flestu í Danmark geva sær far um. Í Føroyum havi eg lagt nógv afturat mínum spæli, umframt at eg havi ment míni leiðaraevni. Tað komst serliga av, at eg havi spælt undir einum øðrvísi trýsti enn eg havi verið vanur við heimanífrá, tí tað verður, sum rætt er, væntað nógv av útlendingum í føroyskum fótbólti. Skála vísti mær álit, har eg eisini fekk nýggjan íblástur, og tá eg samstundis trívist væl, so var tað ein løtt avgerð at halda fram í Føroyum, sigur hann.

Hjartaliga vælkomin í B36-húsið, Sebastian

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

12 tímar síðan