Ongi úrslit

Seinastu tonsini skulu fiskast: Íslendski síldaflotin fer vesturum

Síldaveiðitíðin hjá Síldarvinnsluni í Íslandi nærkast endanum. Fiskavirkið í Neskaupstaði hevur tikið ímóti 30.000 tonsum av sild, og nú verður seinasta veiðan fingin til høldar vestan fyri Ísland.

© Guðlaugur Björn Birgisson / Síldarvinnslan.
Beitir NK kemur til lands við 1.500 tonsum av sild. Nú eru bert fáir túrar eftir, áðrenn síldavveiðitíðin er av.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Einans 4.000 tons av íslendskari summargýtandi sild eru eftir at fiska. Higartil hevur veiðan verið eystan fyri Ísland, men nú flytur flotin vesturum.

Hósdagin landaði Börkur NK 1.500 tons, meðan Beitir NK kom til lands við øðrum 1.500 tonsum.

Börkur er síðani farin vestur í Jökuldýpið, har veiðan er byrjað. Beitir fer somu leið, tá landingin er liðug.

Óvanliga góð síldavertíð

Grétar Örn Sigfinnsson, rakstrarleiðari hjá Síldarvinnsluni, sigur, at veiðitíðin hevur gingið sera væl, hóast veiðan hevur verið ójøvn.

Hann væntar, at skipini tilsamans fara at gera tveir til fýra túrar aftrat.

Veðrið hevur verið óvanliga gott, og framleiðslan hevur gingið væl.

Bæði norsk-íslendsk sild og íslendsk summargýtandi sild eru fiskaðar. Seinastu tíðina hevur summargýtandi sildin verið umleið 40 prosent av veiðuni.

Grétar Örn heldur, at veiðitíðin neyvan kundi gingið betur.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00