Í gjár og í fyrradagin hevur løgreglan verið úti um seg við ferðmátaranum og í tí sambandi hava tey stegðað fleiri bilførarum, sum koyrdi ov skjótt á vegastrekkjum har tað er loyvt a koyra 80.
Í Hvalvík og í Eysturoynni eru fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 101 og 102 kilometrar um tíman, og tað er akkurát nokk til at teir fáa klipp í koyrikortið, men teir fáa eisini allir bót. Markið fyri at fáa klipp í koyrikortið er 101 kilometrar um tíman.
Men so var tað ein bilførari afturat, sum fekk bæði bót og klipp í koyrikortið, men tað fekk hann fyri at fara yvir um hindrunarstrikuna mitt á vegnum undir eini yvirháling.