Á Fíggjarlógini fyri næsta ár verða ongir pengar settir av til at bøta um ferðslutrygdina á vegastrekkinum við Streymin. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tað er vandamiklasta vegastrekki í landinum og har eru fleiri óhapp hend, og eisini deyðsvanlukkur í ferðsluni. Í nógv ár hevur verið tosað um at bøta um umstøðurnar, men enn er lítið og einki hent.
Og nú hevur Harald Símunarson Hammer, sum var varamaður á tingi fyri Sambandsflokkin í nakrar dagar, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við tað.
Men landsstýrismaðurin sigur, at á fíggjarlógini fyri næsta ár verður eingin peningur játtaður til at bøta um ferðsluviðurskiftini við Streymin.
Hinvegin leggur hann afturat, at í 2022 var hámarksferðin sett niður úr 80 kilometrum um tíman, sum er tað vanliga, niður í 60. Og í ár eru ferðgáar settir upp, sum vísa hvussu skjótt bilførarar koyra - og koyra teir ov skjótt, fara teir at blinka.
Jacob Vestergaard sigur, at tann stóru trupulleikin við ferðslutrygdini við Streymin er, at tað eru ov nógvar íbindingar á einum stuttum vegastrekki.
Harumframt er sýnið frá íbindingini við Norðskála og út á høvuðsvegin ikki nøktandi, tí hon liggur á innaru síðu á einum svingi á høvuðsvegnum.
Best er at gera ein veg undir vegnum
Fleiri loysnir hava verið umrøddar ímillum land og kommunu fyri at bøta um støðuna. Ein loysn er at gera eina undirføring, ella ein veg undir landsvegin, men tosað hevur eisini verið um at gera rundkoyringar.
Landsverk mælir til at gera eina undirføring undir landsvegin, har vegurin frá Norðskála verður leiddur til Oyrarbakka undir høvuðsvegnum.
Tá hevði ferðslan ímillum Norðskála og Oyrarbakka ikki verið noydd at farið út á høvuðsvegin, og ferðslan hevði verið knýtt betur og tryggari saman.
Ein partur av loysnini er eisini at gera eina felags íbinding Oyrarbakkamegin út á høvuðsvegin tætt við, har verandi íbinding er, sigur Jacob Vestergard.