Ongi úrslit

SEV: Óbrúkilig olja noyðir Sundsverkið at nýta gassolju

Enn einaferð hevur SEV fingið eina oljulast, sum ikki kann brúkast. Nú koyra motorarnir á Sundi við dýrari gassolju.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

SEV hevur enn einaferð fingið eina oljulast til Sundsverkið, sum vísir seg at vera óbrúkilig. Hetta varð endaliga staðfest í síðstu viku, tá roynt varð at koyra við oljuni.

Sum avleiðing koyra motorarnir nú við gassolju fyri at tryggja elveitingina.

Motorarnir koyra við gassolju

Sambært SEV hevur tann vánaliga oljugóðskan elvt til nógv eykaarbeiði á verkinum. Starvsfólk hava millum annað verið noydd at skifta og reinsa filtur fyri at halda verkið koyrandi. Stilt og turt veður hevur samstundis økt tørvin á øllum tøkum framleiðslueindum.

SEV upplýsir, at oljan livdi upp til galdandi krøv á pappírinum, men at tað ofta ikki ber til at staðfesta trupulleikan endaliga, fyrr enn oljan verður roynd í motorunum.

Arbeiðsumhvørvið vigar tyngri enn kostnaðurin

– Gassoljan er væl dýrari enn tungoljan, men vit taka sjálvsagt arbeiðsumhvørvið fram um pengarnar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV er nú í samskifti við veitaran um at fáa hina óbrúkiligu oljuna burtur og fáa nýggja olju leveraða. Samstundis er ein last av gassolju á veg til Føroya, og sambært felagnum eru goymslurnar hjá føroysku oljufeløgunum væl fyltar.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00