Ongi úrslit

SF-veðrið seinasti dagurin

© Privat
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður gongur vesturum til útsynning og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og regn sunnaneftir. Móti kvøldinum hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 9 til 13 stig.

Sunnudagin

Veksandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og okkurt ælið, tó sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot millum útnyrðing og vestan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 11 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi til frískt lot upp í frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s. Fyrst smáskýggjað við sólglottum og turt, men sum frá líður dregur á luftina og tað fer at regna sunnaneftir. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður skýggjað ella hálvskýggjað og í støðum tám, driv ella okkurt ælið. 10 til 14 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Veðurstova Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

9 tímar síðan

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06

Japansk greining vekir kjak um COVID-19-koppsetingar

3. august kl. 16:41