Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur sett Sigurð í Jákupsstovu í starv sum stjóra á Vørn.
Sigurð er 63 ára gamal, útbúgvin skipsførari og sivilverkfrøðingur. Sigurð hevur eina ph.d. frá DTU og eina masterútbúgving í KT-leiðslu.
Sigurð í Jákupsstovu hevur starvsroyndir frá størvum bæði í Føroyum og útlondum. Somuleiðis hevur hann drúgvar leiðsluroyndir. Hann er í løtuni stjóri á Umhvørvisstovuni og hevur eisini verið stjóri á Jarðfeingi og rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
“Vørn røkir týðandi uppgávur fyri samfelagið, og tað er umráðandi, at stovnurin virkar sum ein samlað eind. Við sínum breiða fakliga innliti og drúgvu leiðsluroyndum hevur Sigurð góðar fortreytir at standa á odda fyri hesum arbeiði. Eg síggi fram til samstarvið og ynski Sigurði bestu eydnu í starvinum”, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.
22 umsóknir vóru til starvið.