Soleiðis ætla tey at húsini skulu síggja út
Krabbameinsfelagið, sum nú heldur til í leigaðum hølum, ætlar nú at flyta í egin hús. Men tað er ein stór verkætlan, tí tey hava keypt húsini í Støðlagøtu 5 á Argjum fyri 4,7 millinónir, men harumframt skulu tey byggjast um áðrenn tey eru hóskandi til virksemi, so tilsamans er talan um eina verkætlan upp á 13,5 milliónir.
Og tí søkja tey nú Løgtingið um stuðul til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár. Annars eru einastu inntøkurnar hjá felagnum limagjald og gávur og tey fáa ikki stuðul frá landinum.
Krabbameinsfelagið er størsta sjúklingafelag í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at upplýsa um krabbamein, bøta um korini hjá fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, umframt at stuðla gransking í krabbameini.
Men hølini tey hava í dag eru alt ov trong og óhóskandi. Tað hendur seg javnan, at starvsfólk í krabbameinsfelagnum hava trúnaðarsamrøður við fólk í kreppu, men so kunnu fremmand og óviðkomandi fylgja við hvat er á skrá, og eisini órógva, siga tey.
Støðan er tann, at meiri enn triðjahvørt fólk fær krabbamein og hesi seinastu 30 árini er talið á teimum, sum fáa krabbamein, tvífaldað og framrokningar vísa, at talið fer at vaksa ein triðing hesi næstu 20 árini.
Í dag er krabbamein tann sjúkan, sum flest doyggja av í Føroyum og samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, koma færri føroyingar undan við lívinum fimm ár eftir, at sjúkan er staðfest.
Og hetta leggur munandi meiri trýst á Krabbameinsfelagið og tær tænastur, ið vit veita, siga tey.
Tey siga, at tað er ein stórur fyrimunur at húsini í Støðlagøtu eru so tætt við Landssjúkrahúsið tí so er tað lættari hjá bæði sjúklingum og avvarðandi at koma inn, umframt at vit kunnu hjálpa nógv fleiri
Tey hava eina millión í eginpeningi og hava fingið 2,5 milliónir í stuðuli frá Betri Banka. Samstundis søkja tey alskyns grunnar um stuðul, umframt at landsinnsavningin verður næsta ár.