Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur fingið eina broyting í hópinum undan útidystinum móti Montenegro sunnudagin. Ísak Vedelsbøl hevur fingið ein skaða, og í hansara stað er 19 ára gamli Erling Erlendsson úr Kyndli kallaður inn.
Ísak Vedelsbøl fekk skaðan á seinastu venjingini undan fráferðini til Montenegro. Tað upplýsir Hondbóltssamband Føroya.
Erling Erlendsson kann eins og Ísak Vedelsbøl spæla bæði sum miðverji og strikuleikari.
Hóast Erling bert er 19 ára gamal, hevur hann longu royndir frá fleiri altjóða endaspølum við føroysku ungdómslandsliðunum.
Hann er á føroyska U20-landsliðnum og hevur áður umboðað Føroyar í EM-endaspølum fyri U18- og U20-landsliðini og í einum HM-endaspæli fyri U19-landslið.
Nú er ungi Kyndilsleikarin kallaður inn í A-landsliðshópin.
Føroyar møta Montenegro í Podgorica sunnudagin klokkan 17.00 føroyska tíð. Kringvarp Føroya vísir dystin.