Ongi úrslit

Skaldsøgan 'Laura' útkomin

Birna Breckmann kallar sína nýggju skaldsøgu 'Laura' eftir høvuðspersóninum í bókini

Tíðindaskriv
6. juli 2021 kl. 21:15

Laura er ein viljasterk ung genta, við undurvøkrum reyðum hári og grønum eygum, sum býr saman við mammuni heima hjá abba og ommu síni.

Hon kennir ikki pápa sín, tí hann flutti heimaftur til USA uttan at vita, at mamma Lauru var við barn.

Tá ið mamman hittir John og ger av at giftast við honum, og tey fáa ein son saman, broytist teirra lív á so mangan hátt.

Abbin og omman eldast og doyggja, og tá verður tað Laura, sum verjir mammu og beiggja sín ímóti tí ringu vend, sum lívið hjá John tekur, og sum ávirkar tey øll skeivan veg.

Laura veksur til og ger av í loyndum at fáa samband við pápa sín í USA.

Tað skapar teimum nýggjar og spennandi møguleikar.

'Laura' hjá Birnu Breckmann er fyrsta skaldsøgan og fjórða bókin hjá høvundanum. 'Laura' fæst nú í bókabúðunum og kostar 150 krónur eintakið.

Bókin er góðar 120 blaðsíður, er lætt skrivað og er lætt lisin.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06