Ongi úrslit

Skjeyt eftir dronu við byrsu: er meldað til løgregluna

Tvær dronur vóru til grindadrápið í Hvannasundi í gjár, og onkur gjørdi av at skjóta eftir aðrari dronuni. Eigarin av dronuni hevur meldað málið til løgregluna, ið nú millum annað skal kanna, um vandi var á ferð

Steinar Patursson
Í gjár kl. 13:00

Tað fekk øði í onkran, at tvær dronur flugu uppi yvir grindini, sum í gjár varð hildin til í Hvannasundi, og viðkomandi gjørdi tí av at skjóta eftir dronuni við byrsu.

Tað skrivaði Norðlýsið í gjár.

Eigarin av dronuni er eftir øllum at døma heldur ikki alt ov fegin fyri, at onkur hevur skotið dronuna hjá sær, tí viðkomandi hevur meldað málið til løgregluna.

Løgreglan sigur í dag, at nú skal ymiskt kannast í sambandi við málið.

Millum annað skal staðfestast, hvar dronan hevur verið í mun til grindaraksturin, hvørja reglugerð dronan kemur undir, hvør hevur skotið eftir dronuni, og um vandi hevur verið á ferð.

- Prinsipielt er tað so, at tú kanst gott lata skot av, um tað ikki er vandi fyri tí. Men stendur viðkomandi mitt í einari mannamúgvu og brádliga tekur eina byrsu fram og skjýtur, tað er ikki nakað sum hóvar okkum. Men tað vita vit ikki, og tað er nakað, sum vit mugu kanna nærri, sigur Bjarni Nattestad, vaktleiðari hjá løgregluni.

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur seinastu árini havt fólk til staðar at skjalprógva grindadráp við videoupptøkum, og tí er ikki óhugsandi, at grindafólkið hevur hildið, at dronan var til staðar í ørindum hjá Sea Shepherd.

Tað er kortini einki, ið bendir á, at dronuflúgvingin hevði samband við nakran umhvørvisfelagsskap, sigur Bjarni Nattestad og leggur aftrat, at so leingi, sum lógarheimildin er í lagi, hevur tað minni at siga, hvør stýrir dronuni.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38