Ongi úrslit

Skjóta nú fyrsta skotið á fyrsta havnartunlinum

Tað verður borgarstjórin, og ein býráðslimur, sum trýsta á knøttin

Áki Bertholdsen
4. mai 2023 kl. 13:49

Mánadagin klokkan 11 verður tað, at fyrsta skotið verður latið av til tunnilin, sum skal ganga oman fyri Havnina, og sum skal binda eystara og vestara part í Havnini, saman.

Hetta er fyrsti tunnilin innan fyri kommunumark í Havn

Hetta er tunnilin, sum verður gjørdur úr Villingardali yvir ímóti Marknagili, har hann kemur upp vestan fyri Hotel Føroyar, beint við ríðibreytina. Tunnilin er ein partur av nýggja ringvegnum oman fyri Havnina, í sambandu við Eysturoyartunnilin.

Tá ið fyrta skotið verður latið av, verður hátíðarhaldið við endan á Villingardalstvegnum. Har fer Havnar Hornorkestur at spæla og Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tróndur Sigurðson, formaður í teknisku nevnd, og Dennis Holm, landsstýrismaður, fara at halda røður.

Og tað vera Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevndi, sum fáa heiðurin attrýsta á knøttin til fyrsta skotið í tunlinum, sum fyribils hevur fingið navnið Húsareynstunnlinum. Tunnilin verður góðar tveir kilometrar langur, og tað er Articon sum ger arbeiðið.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16