Ongi úrslit

Skógareldur í Spania: 12 deyð og 23 framvegis saknað

Flestu ofrini verða hildin at vera útlendingar. Fýra teirra vóru helst bretar, sum doyðu í einum bili, tá eldurin kringsetti tey.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Minst 12 fólk eru deyð, og 23 eru framvegis saknað eftir ein ógvisligan skógareld nærindis Almería í Suðurspania.

Myndugleikarnir halda, at flestu – møguliga øll – ofrini eru útlendingar. Fýra teirra vóru í einum høgrastýrdum bili og verða hildin at hava verið bretar.

Rýmingarleiðin gjørdist ein deyðsfella

Sambært myndugleikunum fóru fleiri av ofrunum av ásettu rýmingarleiðini. Tey royndu í staðin at sleppa undan eldinum gjøgnum eina á, men eldurin fekk tey aftur.

Sjey fólk doyðu, meðan tey royndu at flýggja til gongu. Fleiri onnur vórðu løstað, teirra millum fólk við álvarsligum brunasárum.

800 fólk flutt á tryggari stað

Umleið 500 sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum. Hernaðarliga tilbúgvingardeildin í Spania tekur eisini lut í arbeiðinum.

Umleið 800 fólk eru flutt á tryggari stað, og nærum 200 eru í fyribils skýlum. Eldurin hevur lagt umleið 3.150 hektarar av skógi og landbúnaðarjørð í oyði.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

19 tímar síðan

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

3 tímar síðan

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

Í gjár kl. 10:00