Ongi úrslit

Skúlabyrjan nærkast: Umleið 800 børn fara á skúlavegin fyri fyrstu ferð

Umleið 800 børn fara 12. august í skúla fyri fyrstu ferð. Bilførarar verða tí mintir á at seta ferðina niður og vísa serligt ansni.

© Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tá skúlarnir byrja aftur, verða nógv børn á vegunum á veg í og úr skúla. Fleiri teirra eru smá og hava lítlar royndir í ferðsluni.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Umleið 800 børn í Føroyum fara 12. august í skúla fyri fyrstu ferð. Nú heita Ráðið fyri Ferðslutrygd og kommunurnar á bilførarar um at vera serliga varnar, tá skúlaárið byrjar.

Tá skúlarnir byrja aftur, verða nógv børn á vegunum á veg í og úr skúla. Fleiri teirra eru smá og hava lítlar royndir í ferðsluni.

Tí verður heitt á bilførarar um at seta ferðina niður og vera serliga ansin, har børn ferðast.

Foreldur eiga at venja við børnunum

Skelti verða hongd upp við skúlar kring landið við áheitan um at vísa ansni. Men sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru skelti ikki nóg mikið.

Foreldur verða tí eggjað til at fara út í ferðsluna saman við børnunum og venja skúlagøtuna. Jú meira børnini venja, tess tryggari verða tey í ferðsluni.

Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini ein súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest.

Les meira á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06