Ongi úrslit

Sleppa aftur heim at vitja listamannin

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

At listfólk hava opið atelier, er ikki ókent aðrastaðni, har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í atelierinum, har listin verður til. Finleif Mortensen hevur gjørt hetta til eina afturvendandi tiltak á hvørjum ári og tað hevur verið onkran dag síðst í november.

Hesu ferð er tað nú sunnudagin 29. novembur frá klokkan 14 -18 at tað er ”Opið Atelier”  hjá Finleif Mortensen Undir Torvbrekku 12 b á Strondum.
Umframt nýggjar málningar eru eisini eldri málningar at sigga, umframt skitsur og annað. So manglar tær eina, eitt sindur øðrvvísi, jólagávu til onkran ella bara til tín sjálvan er hetta eisini ein góður møguleiki, sigur listamálarin.

Hann sigur, at kaffi er í kannuni og hann hevur eisini okkurt gott aftur við.

 

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00

Hava staðfest hvar eldurin kyknaði á Mest á Skála

22. november kl. 09:28