Smittuserfrøðingur mælir til at Føroyar lata aftur her og nú fyri at avmarka smittuspjaðing

Koronusmittutølini halda fram at vaksa og seta met. Í gjár gjørdust Føroyar eisini nummar eitt í Evropa fyri flest smittað per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar. Smittuserfrøðingurin og yvirlæknin í infeksjónsmedisini á Landssjúkrahúsinum, Shahin Gaini, er stúrin

Alexander Kohne og Sigurjón Einarsson
30. oktober 2021 kl. 12:52

Fyri nøkrum vikum síðan var koronustøðan í Føroyum góð. Somikið væl gekst, at landsins myndugleikar avgjørdu at gevast við at kanna við landamørkini, og so seint sum fríggjadagin í síðstu viku varð kravið um at bera andlitsmasku á flogvøllinum sett úr gildi.

Men so við eitt fóru koronutølini at ganga skeiva vegin, og tað hevur gingið skjótt. Frá at hava “bert” 13 nýggjar smittutilburðir mánadagin í síðstu viku, var seinasta talið fyri nýggj smittað 81 seinnapartin hósdagin. Nú eru 634 fólk smittað við koronu í løtuni, og so høgt hevur talið ongantíð verið áður. Hetta hevði eisini við sær, at í gjár gjørdust Føroyar nummar eitt í Evropa fyri mest smittað per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar.

Les meira: Føroyar nummar eitt í Evropa

Shahin Gaini, smittuserfrøðingur og yvirlækni í infeksjónsmedisini á Landssjúkrahúsinum, er stúrin.

– Eg eri stúrin, hvussu tað verður komandi vikurnar. Hetta mugu vit taka í størsta álvara, sigur Shahin Gaini.

– Tølini fyri komandi tríggjar dagarnar fara at vera týdningarmikil. Fara tølini ikki niður skjótt, so kunnu vit fáa ein stóran trupulleika, sigur Shahin og leggur dent á, at tað verður týdningarmikið at fáa tølini niður, so at heilsuverkið ikki verður lagt undir ov stórt trýst.

Seta tiltøk í verk her og nú

Hann heldur, at landsins myndugleikar nú eiga at seta tiltøk í verk fyri at basa smittuni.

– Spyrt tú meg persónliga, so haldi eg Føroyar áttu at latið heilt aftur í eina viku her og nú. Hetta merkir allir skúlar, øll tiltøk og náttarlívið, greiðir smittuserfrøðingurin og yvirlæknin frá og leggur afturat.

– Støð, ið eru hart rakt, sum til dømis Klaksvík, eiga at lata aftur í tvær vikur, og so eigur náttarlívið eisini at vera afturlatið komandi tvær vikurnar, tí náttarlívið er ein risaspjaðari, vísir Shahin á.

Finst at politiska myndugleikanum

Smittuserfrøðingurin og yvirlæknin í infeksjónsmedisini á Landssjúkrahúsinum heldur, at landsins myndugleikar ikki hava dugað nóg væl við kunningini.

– Fólk eru ørkymlað, tí tey hoyra so ymiska kunning, og landsins stjórn er ikki altíð samstillað í sínari kunning. Vit hava ikki dugað nóg væl at hava ein greiðan boðskap. Tað hava verið ov nógvar ymiskar áskoðanir í kunningini, og tað kemur okkum aftur um brekku nú, sigur Shahin Gaini.

Hann mælir eisini til, at koronulinjan verður latin upp aftur.

– Eg haldi, at tað var at eitt mistak at lata koronulinjuna aftur, tí fólk hava enn nógvar spurningar viðvíkjandi koronusmittuni, sigur Shahin Gaini avgjørdur.

Tað var tann 31. august í ár, at koronulinjan – eftir umleið 34.000 uppkall og 3.000 telefontímum seinastu 18 mánaðirnar – læt aftur.