Ongi úrslit

Snar í nýggjum hami: Vitlíki og spøl fáa størri rúmd

Fríggjadagin 6. november fær undirvísingarportalurin Snar nýggja útsjónd og fleiri møguleikar. Næmingar kunnu millum annað læra at forrita við hjálp av vitlíki.

© Nám.
Gamli og nýggi Snar: Fríggjadagin fær undirvísingarportalurin hjá Námi nýggja útsjónd, har vitlíki, spøl og talgild amboð fáa størri rúmd.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Nám hevur givið Snar nýggjan ham. Portalurin verður skipaður í trý høvuðsøki: Temasavn, Skjøl og Funkur. Alt tilfarið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at rita inn.

Ein av nýggju møguleikunum er temasíðan Koda og vitlíki. Her kunnu næmingar læra HTML og brúka vitlíki til at gera heimasíður og spøl.

Nýggja økið Funkur hevur smá spøl og talgild amboð til undirvísingina. Nám vónar, at lærarar og næmingar eisini fara at gera sínar egnu funkur.

Í Temasavninum er tilfar um millum annað barnarættindi, Heimsmálini og javnrættindi. Undir Skjølum eru arbeiðsbløð og annað undirvísingartilfar, skipað eftir lærugreinum.

Gamla undirvísingartilfarið verður verandi á Snar, meðan ljóðbøkur, sBøkur og i-Bøkur eru fluttar til nam.fo.

Nám fer støðugt at leggja nýtt tilfar afturat og tekur fegið ímóti hugskotum frá brúkarunum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00