Síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995, hava sjey løgtingsformenn og ein løgtingsforkvinna røkt embætið. Hetta var fyrstu ferð, at núverandi og fyrrverandi løgtingsformenn og -forkvinna hittust á henda hátt.
Royndir og vitan skulu ganga í arv
Johan Dahl, løgtingsformaður, sigur, at tað hevur stóran týdning at taka við góðum ráðum frá teimum, sum hava royndir úr embætinum.
Formanssessurin snýr seg bæði um at stjórna tingarbeiðinum og um at varðveita siðir og tign á tingi. Sambært Johan Dahl er tað til gagns fyri fólkaræðið, at vitan og royndir verða latnar í arv frá einum løgtingsformanni til tann næsta.
Átta hava røkt embætið síðan 1995
Jógvan Ingvard Olsen var fyrsti løgtingsformaður, eftir at Stýrisskipanarlógin kom í gildi. Síðan hava Finnbogi Ísakson, Edmund Joensen, Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Páll á Reynatúgvu og Bjørt Samuelsen røkt embætið. Johan Dahl tók við sum løgtingsformaður eftir Bjørt Samuelsen.