Ongi úrslit

Solby heldur í øllum træðrunum

Solby Christiansdóttir – heldur skil á Betri Oyggjaleikum 2027

Betri Oyggjaleikir
5 tímar síðan

Tað er nógv, sum skal ganga upp, tá ið Føroyar skulu hýsa einum so stórum tiltaki.

Ein av teimum, sum skal fáa alt at hanga saman, er Solby Christiansdóttir.

Sum samskipari er Solby stóra álitið í risastóru verkætlanini. Hon skal hava yvirlit yvir fígging, tíðarætlanir og tær óteljandi uppgávurnar, sum skulu loysast fram móti leikunum.

Samstundis er hon eitt týðandi bindilið millum tey mongu, sum eru við í fyrireikingunum. Alt frá ítróttasambondum, kommunum og myndugleikum til tær 24 limaoyggjarnar og IIGA.

- Mín uppgáva er í grundini at halda skil á øllum træðrunum og tryggja, at vit alla tíðina flyta okkum rætta vegin. Tað eru ótrúliga nógv fólk og nógvar uppgávur, sum skulu samskipast, men tað er eisini tað, sum ger hetta so spennandi, sigur Solby.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06