Valið í Svøríki er so javnt, at eingin vinnari enn kann staðfestast. Tá 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði vinstravongurin 176 tingsessir í svenska ríkisdegnum móti 173 hjá høgravonginum.
Mánamorgunin var vinstravongurin umleið 20.000 atkvøður á odda. Seinni var munurin umleið 28.000 atkvøður. Atkvøðuteljingin heldur fram mikudagin, tá seint innkomnar atkvøður og atkvøður úr útlondum eisini verða taldar. Í 2022 vóru meira enn 220.000 atkvøður við í hesi seinni teljingini.
Andersson kann gerast forsætisráðharri aftur
Magdalena Andersson, leiðari hjá sosialdemokratunum og fyrrverandi forsætisráðharri, kann sostatt venda aftur í embætið. Hon heitti tó á stuðlar sínar um at bíða eftir endaliga úrslitinum. Ulf Kristersson segði somuleiðis, at tað enn er óvist, hvør fer at skipa næstu stjórn.