Ongi úrslit

Steinar er nýggjur formaður á Skála

Nýggja starvsnevndin í Skála Ítróttarfelag hevur skipað seg

Skála Ítróttarfelag
38 minuttir síðan

Skála ÍF skrivar soleiðis:

Nevndarval var hildið 29. oktobur 2026, og væl av fólki var møtt til fundin.

Áðrenn fundin var greitt, at Jakob Lind Jacobsen, formaður, og Erland B. Danielsen ikki tóku við afturvali. Vit takka teimum báðum fyri stóra arbeiðið, teir hava lagt í felagið, meðan teir hava sitið í starvsnevndini.

Rókur V. Nilssen játtaði seg at taka enn eitt tak fyri felagið og koma inn í starvsnevndina.

Starvsnevndin fekk heimild til at finna ein sætta starvsnevndarlim eftir fundin. Síðani hevur Dánjal Sørensen játtað at koma inn í starvsnevndina.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Steinar A. Prestá, formaður

  • Høgni Jensen, næstformaður

  • Rókur V. Nilssen, kassameistari

  • Rúni Niclassen, skrivari

  • Sveinur Ellefsen, nevndarlimur

  • Dánjal Sørensen, nevndarlimur

Tiltakslimir:

  • Ingibjørn Royðutoft

  • Eyvindur Jacobsen

Ábyrgdarøki

Ábyrgdarøkini eru hesi:

  • Umboðan og fyrisiting: Steinar A. Prestá

  • Fíggjarviðurskifti: Rókur V. Nilssen

  • Vaksin: Sveinur Ellefsen

  • Ungdómur: Høgni Jensen

  • Samskifti: Rúni Niclassen

  • Stuðlar og tiltøk: Dánjal Sørensen

Ungdómsnevnd

  • Gudny Viderø Johannesen

  • Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen

Sambært viðtøkum felagsins kunnu í mesta lagi fýra fólk sita í ungdómsnevndini. Fundurin gav nýggu starvsnevndini heimild til at leita eftir limum til ungdómsnevndina. Ungdómsnevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa ungdómsarbeiði felagsins.

Vit lyfta í felag

Skála Ítróttarfelag eigur nógvar ídnar stuðlar. Nýggja nevndin vónar, at enn fleiri hendur vera við til at stuðla týdningarmikla arbeiðinum hvør eftir sínum førimuni. Tað eru vit øll í nærumhvørvinum, ið saman gera ein mun og flyta felagið framá.

Vit takka fráfarandi starvsnevndarlimum stórliga fyri teirra stóra íkast.

Starvsnevndin er farin til arbeiðis og gleðir seg til eitt gott nevndarskeið.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30